Um Sonju

Sonja er uppvaksin í náttúruvøkru bygdini, Norðragøtu, har fjøllini standa høg runt bygdina, men víkin liggur víðopin og ljós – bjóðar vælkomin út í lívið. Lítið er at ivast í, at Sonja hevur tikið ímóti opnu innbjóðingini, sum hevur ført hana út í lívið, men førningin frá náttúruvøkru bygdini hevur hon tikið við sær.

Tað er týðiligt, at Sonja hevur livað tætt at náttúruni, sæð litir, skap, fuglar og vøkstur. Men eisini hevur hon livað í tættari relatión við onnur menniskju; við familju og vinir í einari lítlari bygd, har grønu og bláu náttúrulitirnir hava fevnt hana hvønn dag.

Sonja tók læraraprógv við sergrein í myndlist og føroyskum máli. Hon hevur arbeitt við børnum. Kveikt teirra áhuga fyri litum, skapan og list. Men hugur hennara til sjálv at gera meiri við tað, hevur leitt hana til at mála fulla tíð.

Sonja er ein góður eygleiðari. Íblástur hennara sýnist koma frá hennara egnu eygleiðingum – eygleiðingum úr náttúruni og gerandisligum løtum. Tað veri seg tá børn spæla við sjóvarstrond, tá familjan arbeiðir saman í bønum, kenslan, ið bylgist í einum persóni, løtan nær Gudi. Tað tykist, sum Sonja letur tankar og eygleiðingar arbeiða í sær fyri síðani at finna eitt myndaevni burtur úr tí. Orðini: ”gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur”, sýnast passa væl inn í lívssýnið hjá Sonju.

Sonja byrjar ofta síðar málningar meiri abstrakt. Spælir sær við litum og linjum á løriftinum fyri síðani at stramma eitt sindur upp og fáa lív í myndaevnið og skapa eina heild. Eyðsæð er, at Sonju dámar væl litir og brúkar teir fegin – sterkar og bjartar litir; eins og teir síggjast í regnvátu oyggjunum, hon er vaksin upp í.

Sonja heldur til í einum serstakum gróthúsi, ið hevur eina ríka søgu at siga frá. Íshúsið á Bakka – ein staður, ið fekk lív um ár 1900. Tað fóru forfedrar Rógva, mann Sonju, ið bygdu gróthúsið til at ísa fisk, sum var brúktur til agn til fiskiskap á fjørðinum.
Til dagligt er Íshúsið máliverkstaður hjá Sonju. Men av og á – tá ein framsýning stendur fyri framman – umskapar hon verkstaðin til eitt framsýningarhøli. Av sonnum eitt flott høli, ið er eina vitjan vert í sær sjálvum. Tí umstøðurnar og staðurin í sær sjálvum er hugtakandi og kveikjandi.